Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dómurin fær ongar avleiðingar

Hóast Mikkjal Thomassen er dømdur 30 daga treytaða fongsulsrevsing, so fær tað ongar avleiðingar fyri venjarayrki hansara í Fredrikstad

– Vit vóru vitandi um sakina, tá vit settu Mikkjal í starv. Dómurin fer ikki at ávirka okkara samband við Mikkjal ella hansara arbeiði í FFK, sigur ítróttarstjórin í Fredrikstad, Joacim Heier, við norska TV 2.

Á middegi í gjár fekk fyrrverandi KÍ-venjarin dóm upp á 30 daga treytaða fongsulsrevsing og 40 tíma samfelagstænastu, fyri hóttanir í býarlívinum í september í fjør. Skuldsetingar vóru upprunaliga eisini um harðskap, men hetta var síðan slept.

Eftirsum fongsulsrevsingin er treytað, so sleppur Mikkjal Thomassen undan at sita dómin, men 40 tíma samfelagstænastu stendur við.

– Eg eri ótrúliga keddur um tað, ið hendi. Eg góðkenni dómin, og eri glaður fyri at kunna leggja lok á hesa sakina, soleiðis at eg og mín familja kunnu leggja hetta afturum okkum, skrivar Mikkjal Thomassen í einum boðum til Fredriksstad Blad.

Rætturin metti, at prógv eru fyri, at Mikkjal Thomassen skal hava sagt “eg skal knúsa tíni bein, oyðileggja tína fótbóltsyrkisleið og tína sivilu yrkisleið” í býnum við ein fótbóltsspælara, og samstundis trýst hann bringuna. Tað var grundarlagið undir dóminum, sum varð sagdur í gjár.

Hendingin ella hendingarnar fóru fram leygarkvøldið 17. og náttina til sunnudagin, 18. september, í fjør, har Dimmalætting hevur lýst, hvat fór fram.

Tað var ákæruvaldið, ið av sínum eintingum tók hetta málið upp.

Mikkjal Thomassen og Fredrikstad fluttu í ár upp í bestu norsku fótbóltsdeildina, Eliteserien, eftir at hava verið burtur frá bestu deildini í 11 ár.

Hetta var samstundis fyrsta árið við Mikkjali Thomassen sum høvuðsvenjari, sum altso endaði við einari uppflyting í fyrstu royndini.