Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvær sera spennandi Firmakappingar á FM1 í dag

Hoyr tær báðar spennandi og jøvnu Firmakappingarnar, ið vóru á FM1 í dag, harav onnur fór til eykatalspurning. Fyrst kappaðust Suðuroyar Sparikassi í Tórshavn og RV Tøkni í Klaksvík. Tey næstu at kappast vóru Búsetur á Hjalla og TTS í Klaksvík. Vertur: Óli G. Samuelsen. Tøkningur, dómari og framleiðsla av spurningum: Heri Simonsen.

Úrslitini higartil í fyrsta umfarinum:

Posta-PM 13-12 (aftaná eyka-talspurning)

Sjónám-TAKS 11-9

Bygma Balslev-Smyril Line Cargo 6-15

Hotel Brandan/Hafnia-KBI 12-9

Betri Klax-PM Pluss 12-11

Tunnil.fo-MEST 15-13

KJ-NEMA 11-15

Kaj Andreasen-Runavíkar Kommuna 7-8