Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú er tíðin aftur komin at søkja um loyvi at selja fýrverk

Seinasta freist at søkja um loyvi er 4. desember 2023

Sambært løgtingslóg nr. 27 frá 8. mai 1969 um fýrverk, krevst loyvi frá politinum fyri at selja fýrverk. 

Gevið gætur, at tað sambært afturlatingarlógini ikki er loyvt, at hava opið sunnudagin millum jól og nýggjár.

Síðsta freist at søkja um loyvi at selja fýrverk millum jól og nýggjár 2023 er 04.12.2023. 

Umsóknarblaðið skal útfyllast og sendast fo-loyvir@politi.dk saman við tekningum av økinum og innrætning av sølustaðnum.

Loyvi at innflyta fýrverk
Um ætlanin er at innflyta fýrverk, krevst sambært kunngerð nr. 58 frá 12. september 1969 loyvi frá Landfútanum.

Við umsóknini skulu fylgja bíleggingarváttan, faktura ella tílíkar, sum siga frá:

  1. Vøruslag,
  2. Støddin og samsetingin av satsinum, sum elva kann brest og
  3. Um fýrverkið kann elva reytt ljóseffekt ella orangegult roykeffekt.

Til ber at søkja um loyvi at selja og loyvi til innflutning av fýrverki her.