Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ÁRLIGI JÓLAMARKNAÐURIN  Á SEGLLOFTINUM Í MORGIN!

Árligi, væl umtókti jólamarknaðurin á Tvøroyri, verður á Seglloftinum sunnudagin 26. november, frá kl. 14:00 – 20:00.

Øll árini hevur jólamarknaðurin verið sera væl vitjaður. Tey luttakandi gera altíð nógv burturúr og til ber m.a. at keypa sær heimagjørd pløgg, súltutoy, góðgæti, smúkkur, jólaprýði og mangt, mangt annað. Hugnaliga Seglloftið er eisini vakurt pyntað til høvið.

ÓVANLIGA STÓRUR ÁHUGI FYRI AT LUTTAKA

Undirtøkan hevur altíð verið góð, tá tað snýr seg um at fáa fólk til at bjóða seg fram til at selja okkurt. Í ár er tað tó óvanliga stór undirtøka, tí heili 17 borð eru umbiðin. Hetta er sjálvandi at gleðast um og vit vóna at fólk fara at valfarta oman á Segllofti í stórum tali.

Almenna jólatræshaldið í miðbýnum er eisini sama dag, kl. 16, og tí er upplagt at vitja Seglloftið antin áðrenn ella aftan á hugnaligu løtuna við jólatræið.

Hjartaliga vælkomin á jólamarknað!”