Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rúsdrekka orsøk til ósemjur

Tvær ferðir í gjár mátti løgreglan út at skilja sundur fólk, ið vóru komin til ilnar

Jólini nærkast og tá er tendensur til, at fólk drekka eitt sindur meira.

Tvær ferðir í gjár mátti løgreglan út at skilja partar, tí ósemja hevði stungið seg upp – í báðum førum var rúsdrekka uppi í, og báðar hendingar fóru fram í Havn.

Í fyrra førinum var tað komið til ilnar millum eitt par. Annar parturin varð send út á skaðastovuna, fyri at fáa skjalfest skaðarnar, ið viðkomandi hevði fingið, meðan hin parturin bleiv tikin við á løgreglustøðina, har viðkomandi slapp at sova rúsin av sær.

– Persónurin var ikki til at tosa við í gjár, tí viðkomandi var so drukkin, men tað verður avhoyring í dag í málinum, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá í morgun.

Í seinna førinum var komið til ilnar millum fólk, ið vórðu samlaði til drykkiskap í einum sethúsum, har serliga eitt fólk ikki var til at tosa við, tí viðkomandi var so illur í sær.

Tí varð viðkomandi tikin við á løgreglustøðina, har viðkomandi hevur gist í brummuni í nátt og sova rúsin av sær.