Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vegurin um Velbastaðháls er opin aftur

Talan var um eitt hálkuóhapp

Beint eftir klokkan 16 hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi, har tveir bilar stoyttu saman.

Vaktleiðarin greiðir frá, at trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Vegurin um Velbastaðháls var stongdur eina løtu, men er nú opin aftur.

Hált er á leiðini, so løgreglan heitir á fólk um at koyra varliga, og Landsverk hevur sent ein bil at salta vegirnar har umleiðir