Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar og Bretland skulu knýta sterkari bond

Tað vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Leo Docherty, bretskur evropamálaráðharri, samdir um á fundi í London fyrrapartin

Ráðharrarnir umrøddu ítøkiligar avbjóðingar í fríhandilssáttmálanum millum londini. Harumframt umrøddu teir yvirskipað, hvussu samstarvið kann mennast á øðrum økjum, eitt nú innan grøna orkuskiftið, talgilding, ferðasambond, útbúgving og gransking, og tá ið ræður um trygd og verju.

“Í einum heimi í broyting hevur tað stóran týdning at styrkja samstarvið við sameind grannalond. Tí hevur Bretland høga raðfesting í landsstýrinum, og eg eri fegin um jaliga bretska áhugan fyri at menna samstarvið við Føroyar. Vit mugu áhaldandi menna makaleysu søguligu og vinnuligu sambondini millum Føroyar og Bretland,” sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður.

Timothy Minto og Høgni Hoydal

Í gjár hitti Høgni Hoydal Timothy Minto, ráðharra í verjumálum. Landsstýrið raðfestir, at Føroyar taka virknan lut í samstarvi og avgerðum, ið hava trygdar- og verjupolitiskan týdning.

Ráðharrarnir vóru á einum máli um, at tað er natúrligt at menna samstarvið á verjuøkinum millum Føroyar og Bretland sum sameindar grannar, og at grundarlag fyri einum munagóðum samstarvið millum Føroyar og Bretland.

Til dømis hava flogfør og skip hjá bretsku verjuni seinnu árini alsamt oftari vitjað í Føroyum, umframt at samstarvsmøguleikar eru um lofteftirlit og um nettrygd.

Talan var um fyrsta ráðharrafund um verjumál millum Føroyar og Bretland.