Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Starvsfólk á Herberginum hótt av brúkara

Maðurin, ið hótti, fór við Smyrli til Suðuroyar, har løgreglan tók ímóti honum

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna, tí eitt starvsfólk á Herberginum var blivið hótt av einum brúkara.

Løgreglan var á veg á staðið, men tá kom fráboðanin um hálkóhappið, ið hendi á Velbastaðhálsi beint eftir klokkan fýra í gjár, har trý fólk fóru til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum – tvey teirra vóru til nærri observatión í nátt, men hava tað eftir umstøðunum gott.

Tá hendan uppgávan var liðug fór løgreglan á Herbergið, men tá var maður, sum hevði hótt, rýmdur av staðnum, men løgreglan hevði frætt, at maðurin var farin umborð á Smyril til Suðuroyar, har løgreglan í Suðuroy stóð klár at taka ímóti manninum, tá hann kom í land á Krambatanga.

Maðurin er nú skuldsettur fyri at hava hótt starvsfólk á Herberginum í Havn.