Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kærleikskúlan 2023 avdúkað

Kærleikskúlan í ár er sniðgivin av Súsan í Jákupsstovu, og tað var Skelerosefelagið, sum fekk fyrstu kærleikskúluna

Seinnapartin í gjár varð skipað fyri hátíðarløtu á Listasavnið Føroya, í sambandi við at Kærleikskúlan 2023 var avdúkað.

Á hvørjum ári gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Kærleikskúlan í ár er sniðgivin av Súsan í Jákupsstovu, og tað var Skelerosefelagið, sum fekk heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna, sum Hallur Thomsen, formaður í felagnum tók ímóti.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, varð boðin við til hátíðarløtuna og bar hon í hesum sambandi eisini fram røðu, sum kann lesast her.