Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Búfelagsskapur til fólk við sálarligum avbjóðingum

Fyrradagin vóru landsstýriskvinnurnar Ingilín D. Strøm, ið varðar av bústaðarmálum, og Sirið Stenberg, ið varðar av av almannamálum, og vitjaðu nýggja búfelagsskapin í Blómubrekku

Tað er almenna bústaðarfelagið Bústaðir, ið hevur bygt búfelagsskapin til fólk við sálarligum avbjóðingum, ið er ein av trimum byggistigum.

Verkætlanin byrjaði sum eitt samstarv millum Bústaðir og felagið Sinnisbata, ið átti lendið ið bygt varð á, og í dag standa 12 íbúðir klárar til fólk at húsast í.

Almannaverkið ger av hvørjum stendur í boði at flyta inn.

Tær báðar landsstýriskvinnurnar, Ingilín D. Strøm og Sirið Stenberg, gleðast um væleydnaðu verkætlanina millum Sinnisbata, Bústaðir og Almannaverkið, og siga, at tað er av alstórum týdningi, at fólk fáa ein bústað, ið hóskar til teirra tørv.

Eisini stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, lat væl at verkætlanini og tí gagni hon verður fyri tey, sum nú kunnu flyta inn.