Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Finskur málverji stóð fyri skotum – mátti verja seg fyri kavabløkum  

Conference League-dysturin millum HJK Helsinki og Aberdeen mátti fleiri ferðir steðgast, tí viðhaldsfólk hjá Aberdeen kastaðu í fleiri umførum kavabløk eftir málverjanum hjá Helsinki

Málverjin hjá HJK Helsinki, Niki Maenpaa, hevði tað alt annað enn stuttligt í seinna hálvleiki í gjár í Conference League-dystinum millum HJK Helsinki og Aberdeen.

Tá seinni hálvleikur fór í gongd, byrjaðu viðhaldsfólk at kasta kavabløk eftir málverjanum, sum ikki sá heilt tryggur út við støðuna, at vera ein skotskiva hjá kátum Aberdeen-viðhaldsfólkum.

Tí valdi dómarin at steðga dystinum eina løtu, og boð komu frá leikvøllafrásøgumanninum, at hildu Aberdeen-viðhaldsfólkini ikki uppat at kasta kavabløk, so fór dysturin at verða blástur av.

Umframt hesa heldur margháttligu støðuna, so var dysturin eisini steðgaður í tíggju minuttir, meðan maskinur ruddaðu vøllin fyri kava.

Dysturin millum HJK Helsinki og Aberdeen endaði 2-2.

Her verður vøllurin ruddaður fyri kava: