Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Saltbilur farin á rull á Selatraðarvegnum

Hetta er tíðin á árinum, tá glerstoyttir vegir og kavin gera um seg. Vit frætta frá vakthavandi á løgreglustøðini, at í gjár fór ein saltbilur hjá Landsverk á rull

– Tað var í gjár, at ein saltbilur hjá Landsverk fór útav vegnum. Hann koyrdi ikki skjótt, áleið 10 km/t, men hallið á vegnum og kavin gjørdi, at bilurin fór av vegnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tað var beint norðanfyri Morskranes, at bilurin fór útav, verður eisini sagt.

Lukkutíð slapp bilførarin úr bilinum, men skuldi á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann segði seg hava ilt í aðrari hondini, men hevði ikki meir enn smærri snuddir, verður sagt at løgreglustøðini.

Víðari sigur løgreglan, at vegurin enn er stongdur, tí tá ein saltbilur hjá Landsverk ikki klárar gerningin, tá er ikki fornuftigt at hava vegin opnan fyri ferðslu. Saltið, ið stroytt var á vegin av saltbilinum, var ikki gott nokk, tí tað hevði ikki tað effektina, ið væntað varð.