Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danskir aktivistar oyðiløgdu jólatræið á ráðhúsplássinum

Í danska høvuðsstaðnum er tað vanlig siðvenja, at jólatræið á ráðhúsplássinum verður tendrað. Nakrir sokallaðir aktivistar valdu at fremja herverk á hetta eina jólatræið, tí teimum dámdi tað ikki

Kring allan heimin hava umhvørvisaktivistar gjørt seg sjálvar til skammar, við at fremja tápulig herverk. Sjálvandi hava umhvørvisaktivistar eisini framt mótmælisgongur við góðum endamáli, men at oyðileggja eitt jólatræð hjá tí almenna, tykist heldur endamálsleyst og býttisligt.

Soleiðis sær tað annars so hugnaliga jólatræið út. Hetta er ein mynd frá Se og Hør, ið er frá 2020.

Umhvørvisrørslan Nødbremsen, er bólkurin handan hetta herverkið. Bólkurin hevur valt at sproyta appilsingula liting á tað annars vakra, grøna træið, ið stendur mitt á ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.

Nakrir limir í Nødbremsen, siga soleiðis við eitt nú Se og Hør: – Hvat er týdningarmest? At halda uppá tann góða jólahýrin, ella at tryggja børnum okkara eina framtíð? Jólini er dagarnir hjá børnum – men í løtuni er danska stýrið í gongd við at sorla teirra framtíð, sigur ein limur við danska miðilin.

– Tískil fremja vit sivilia mótstøðu móti tí umhvørvisoyðileggjandi leiðini, ið myndugleikarnir hava lagt fyri dagin, skrivar Nødbremsen á sosiala miðlinum X.

Á einum tíðindafundi forklárar ein aktivistur í Nødbremsen, at tað er upplagt at brúka jólatíðina til at seta sjóneykuna á umhvørvið.

– Jólini eru dagarnir hjá okkra børnum. Tað umhvørviskollapsið, sum vit standa í, og sum myndugleikarnir bara vaksa um, rakar mest av øllum okkara børn. Tað er teirra framtíð, ið stendur uppá spæl. Lati okkum brúka hesa høgtíð til at minna hvønn annan á, hvat tað er vit eru í gongd við at missa úr hondum, og hvat tað er, sum er vert at kempa fyri, sigur Antonie Mørch, ein av forpersónum í Nødbremsen.

Her kann sjónbandið síggjast: