Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EM-hópurin úttikin

Hesir 18 skulu til EM-endaspælið

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í Týsklandi.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Føroyska liðið hevur eina styttri samling millum jól og nýggjár, tann 27. – 28. des., hareftir liðið savnast aftur til venjingar tann 1. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið. Føroyar spæla venjingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi, fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar, báðar dagarnar kl. 19.30. Atgongumerki til hesar dystirnar koma til sølu seinni í dag á atgongumerki.fo.

Týsdagin 9. jan. ferðast liðið til Berlin, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Hósdagin 11. jan kl. 17.00 Slovenia – Føroyar
Leygardagain 13. jan kl. 19.30 Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. jan kl. 17.00 Pólland – Føroyar

Kelda: Hondbóltssamband Føroya