Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar vertir fyri U17 EM-undankapping

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánaða komandi ár

Fyrrapartin í dag, fríggjadagin 8. desember, var lutakast um, hvussu spælt verður í EM-undankappingunum fyri U17-landslið og U19-landslið við gentum, sum eru á skránni í heyst.

Føroyska U17-landsliðið kom í bólk B3, saman við Rumenia, Lettlandi og Georgia. Føroyar vera vertir fyri kappingini, sum verður spæld frá 17. til 23. mars.

Fyri U19-landsliðið við gentum háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B6, saman við Turkalandi, ið eisini verður vertur fyri kappingini, og Armenia. Kappingin verður spæld frá 3. til 6. apríl.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo