Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hamradun á Tórsfest

Enn eitt navn er komið á plakatina hjá Tórsfest 2024, tí í dag er kunngjørt, at føroyski fólkarokkbólkurin Hamradun verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Tórsfest 2024

Hamradun eru hamrandi dugnaligir.

Teir hava stóran fjepparaskarða – bæði í Føroyum og eisini uttanlanda. Tí mugu teir við á Tórsfest 2024.

Enn eitt navn er komið á plakatina hjá Tórsfest 2024, tí í dag er kunngjørt, at føroyski fólkarokkbólkurin Hamradun verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Tórsfest 2024.

Hamradun gav sína fyrstu fløgu út í 2015. Tónleikur teirra ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum, og kann bólkast sum fólkarokkur, tá hann er allarbest. Við teimum, eru Føroyar ríkaðar við einum kvæða- og vísurokk bólki, ið kemur at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu.

Bólkurin er mannaður av sera royndum harrum, sum hvør í sínum lagi hava verið virknir á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár.

Hetta verður uttan iva ein av góðu løtunum á Tórsfest 2024.