Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Prísurin á streymi hækkar fimm oyru

Nýggja oljuavgjaldið hjá landsstýrinum fær Sev at hækka elprísin fyri allar kundar

Sev hevur í dag hildið eykaaðalfund, har millum annað fíggjarætlanin fyri 2024 var løgd fram. Har stendur, at Sev fer at hækka elprísin við fimm oyru fyri hvønn kiloWatttíma fyri allar kundar felagsins orsakað av hækkingini í avgjaldinum á tungoljunýtslu, sum landsstýrið fer at seta í verk.

– Gjaldið verður nevnt umhvørvisgjald, men inntøkurnar frá gjaldinum eru tíverri ikki oyramerktar til grønar íløgur. Ætlaða úrslitið eftir skatt er 31 milliónir krónur, ið ikki er eitt nøktandi úrslit í mun til stóra virksemi, ið felagið er í holt við, sigur nevndarformaðurin í Sev, Kári Johansen, í nevndarfrágreiðingini til eykaaðalfundin.

Kári Johansen er nevndarformaður í Sev

Nevndarformaðurin hjá Sev harmast um, at Sev hevur fingið álagt eitt kostnaðarmikið umhvørvisgjald fyri at gera rúm fyri einum skattalætta.

– Tað hevði givið meining, um peningurin fór til grønar íløgur, sum kundu ført Føroyar enn longur fram móti einum burðardyggari samfelag, men so er ikki. Eykagjaldið á tungoljunýtslu tyngir um raksturin hjá Sev og tvørrar møguleikunum hjá Sev at gera neyðugar íløgur, sigur hann.

Nevndarformaðurin vísir á, at grøna orkuskiftið krevur nógv av elframleiðsluni, og ikki minni av elnetinum. Sev hevur stórar íløgur, sum standa fyri framman. Hesar skulu tryggja, at Føroya fólk fær tryggan og støðugan streym, hóast parturin av óstøðugum orkukeldum økist.

– Sev arbeiðir frammanundan av øllum alvi fyri at minka um oljunýtsluna og útreiðslurnar annars, so møguleikarnir at heinta peningin, sum skal til fyri at gjalda hækkaða avgjaldið á oljunýtsluni, eru mest sum avmarkaðir til at minka um nýggjar íløgur í neyðugar útbyggingar og/ella at hækka elprísin, sigur nevndarformaðurin, Kári Johansen, í nevndarfundarfrágreiðingini.