Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Premier League í dag

Í dag eru fýra dystir á skrá í ensku Premier League. Her er yvirlit og ein stutt upptakt

Tríggir dystir byrja klokkan 14:00 í dag. Enn er enska Premier League ikki so langt fráliðin, at so nógv stendur uppá spæl. Tó so, so hava liðini nógv at vísa.

Millum annað skal Chelsea reisa seg, eftir skuffandi úrslit. Teir møta Everton á útivølli. Heimaliðið skal til at skava nøkur stig saman, um liðið skal yvirliva í fremstu deildini. Chelsea liggja í løtuni nummar 10 við 19 stigum, meðan Everton liggja nummar 17 við 10 stigum.

Fulham og West Ham United møtast á Craven Cottage, har Fulham hevur heimavøll. Fulham, ið fótbóltsevropa als ikki hevur havt nógvar vónir til í mong ár, hevur nógv at prógva. Somuleiðis West Ham, ið seinastu árini hevur víst seg veruliga at kunna bjóða av. Fulham liggja í løtuni nummar 14 við 18 stigum, meðan West Ham liggja nummar 9 við 24 stigum.

Triðji dysturin, ið byrjar klokkan 14:00, er millum Luton Town og Manchester City. Luton hevur heimavøll. Manchester City, ið er av bestu liðum í heiminum, hevur ikki heimsstjørnuna, Erling Haaland, við í hópinum í dag. Enn er óvist hvør orsøkin er, eftir at hann hevur spælt fullan miðvikudyst, uttan at nakar skaði gjørdi seg galdandi. Luton hevur enn ikki verið sannførandi yvirhøvur, so her er helst talan um avgreiðsluspurning. Luton liggja nummar 17 við níggju stigum og City liggja nummar fýra við 30 stigum.

Fjórði og síðsti dysturin í dag, er millum Tottenham og Newcastle. Tann dysturin byrjar klokkan 16:30. Tottenham leggur nógv fyri, at vinna seg fram á sigursvanda kós, sum teir hava verið fyri uttan í mong ár. Newcastle, ið fyri ikki so langari tíð síðani, fekk útlenskar eigarar, hava veruliga fingið vind í seglini. Teir spæla, har tað er stuttligt at vera. Teir hava óiva nógv meir at prógva. Tottenham liggja í løtuni nummar fimm við 27 stigum og Newcastle liggja nummar sjey við 26 stigum.