Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fíggjarmálaráðið og lærarafeløg skrivað undir nýggjan sáttmála

Føroya Lærarafelag og Føroya Tekniska Lærarafelag hava skrivað undir semju um nýggjan trý ára sáttmála

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8 prosent fyrsta árið, 4,2 prosent næsta árið og 4,75 prosent triðja árið.

Ymiskar ábøtur eru gjørdar í sáttmálanum; eitt nú verður ein nýggj skipan við viðbótum til serlærarar við eftirútbúgving sett í verk komandi skúlaár.

Eisini hava partarnir avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.

Semjan hjá Føroya Lærarafelag kann lesast her.

Semjan hjá Føroya Tekniska Lærarafelag kann lesast her.