Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ítróttafagnaðurin viðgjørdur í 10’arinum á FM1 kl. 10.00

Seinasti 10’arin í ár verður í dag kl. 10.00 á FM1. Gestur verður Andras Nolsøe frá ÍSF, sum fer at greiða frá Ítróttafagnaðinum.

Vertur er Petur Zachariassen

Her er kunning og upplýsingar um innstillingar o.s.fr.:

Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐIN 2023 skulu verða inni 15. desember 2023 á midnátt.

Øll kunnu senda inn uppskot til, hvør fyri 2023 skal vinna heiðurin sum:

  • ÍtróttaFELAGSSKAPURIN
  • ÍtróttaVENJARIN
  • ÍtróttaELDSÁLIN
  • ÍtróttaSÓLSTRÁLAN
  • Og hvør skal fáa Heiðursskjal Poul E. Petersen

Sambondini og starvsnevnd ÍSF senda inn uppskot til, hvør skal verða ársins:

  • ÍtróttaNAVN
  • ÍtróttaSTJØRNUSKOT

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.

Yvirlit yvir allar heiðurslønir 2023 – saman við leiðreglunum og leinkjum til innstillingarskjølini.