Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú vera børn og ung betur vard á netinum

Løgtingið hevur í dag samtykt eina broyting í revsilógini, ið ger lokking og kynsliga avnoyðslu revsiverda

Lógaruppskotið um, at lokking og kynslig avnoyðsla skulu verða kynslig brotsverk í Føroyum, varð í morgun einmælt samtykt í Løgtinginum.

Í revislógini hevur tað ikki verið lagt nóg nógv uppfyri, at kynsligur ágangur ímóti børnum og ungum í størri og størri mun fer á netinum, men tað verður broytt nú.

í lógaruppskotinum, sum nú er samtykt, stendur, at:

“Fyri lokking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár, sum miðvíst ella við snildum og við at misnýta sína yvirvág í aldri og royndum byggir upp eitt samband til ein persón undir 18 ár við ætlan um at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi”.

Kynslig avnoyðsla kann vera eitt nú deiling av kynsligum myndum og aðrar talgildar hóttanir, ið skal fáa persón til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.

– Tað skal vera trygt hjá børnum og ungum at ferðast á netinum. Hendan lógarbroytingin er eitt gott og týdningarmikið stig á leiðini, skrivar landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, á sínum Facebook-vanga.

Løgtingslógin kemur í gildi tann 1. januar 2024.