Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Premier League sendingin kl 16:00 á FM1

Fyri fyrstu ferð í ár, er Liverpool nýtt oddalið í Premier League...

Eitt Premier League vikuskifti við fleiri óvæntaðum úrslitum, leggur upp til eina áhugaverda sending seinnapartin í dag.

Liverpool er nýtt oddalíð fyri fyrstu ferð í ár. Manchestur United tapur 3-0 á heimavølli, eftir at hava vunnið á Chelsea mitt í viku. Manchester City vunnu á sterka heimavøllinum hjá Luton og Aston Villa við Unai Emery, er við í stríðið um meistaraheitið.

Premier League sendingin verður send live á FM1 kl. 16:00.

Vertur í dag, er Rúni á Reynatrøð. Viðvertur er Jónas Ákason og gestur í studio hesuferð verður Aston Villa fjepparin, Høgni Jacobsen.

Boð til vertir og gestir kunnu sendast á tlf. 55 99 99