Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gula smiðja fingið nýggjan leiðara

Runavíkar kommuna hevur sett Tótu Árnadóttir sum nýggjan leiðara í Gulu smiðju í Saltangará

Í heyst varð lýst eftir leiðara til ungdóms-og virkishúsið Gulu smiðju í Saltangará fyri Guðmund Joensen, sum hevði røkt starvið frá byrjan, men sum nú hevði hug at royna aðrar leiðir.

Eftir setanartilgond er greitt, at Tóta Árnadóttir verður nýggjur leiðari í Gulu smiðju.

Tóta Árnadóttir er 53 ára gomul og búsitandi í Saltangará. Tóta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og er síðan útbúgvin innan føroyskt mál, bókmentir og fólkalívsfrøði. Hon hevur drúgvar royndir millum annað við børnum og ungum, sæð úr báðum hesum sjónarhornum, og so hevur hon verið virkin í føroyska mentanarlívinum.

– Runavíkar kommuna ynskir Tótu hjartaliga tillukku við starvinum og bestu eydnu. Samstundis takka vit Guðmundi fyri hansara leiklut í, at Gula smiðja fekk eina megnar byrjan við sera fjølbroyttum virksemi, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Tóta byrjar í starvinum 1. januar 2024.