Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Journalistikkur um abort undir sjóneyka

Fríggjadagin 15. desember fer Turið Nolsøe at verja sína ph.d.-ritgerð um, hvussu danskir miðlar lýsa føroysku fosturtøkulóggávuna. Verjan fer fram á lærda háskúlanum í Keypmannahavn

Ritgerðin er um danskan journalistik um føroysku abortlóggávuna og um hvussu Føroyar og leiklutur Føroya í ríkisfelagsskapinum verður lýstur í hesum sambandi.

Ritgerðin kallast: “Autonomy’s double bind. The rhetorical intersection of geopolitics and biopolitics in Danish media coverage of Faroese abortion rights.”

Turið Nolsøe er kandidatur í retorikki og hevur verið innskrivað á Institut for Kommunikation á Københavns Universitet.

Christinne Isager hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini eru:
Kristine Marie Berg, lektari og forkvinna í nevndini, Københavns Universitet.
Nathan Stormer professari á University of Maine
Rasmus Rønlev, lektari á  Syddansk Universitet.

Verjan verður fríggjadagin 15.12.2023, kl. 12:00, KU, South Campus. aud. 4A-0-69.

Jack Andersen frá Københavns Universitet stílar fyri verjuni.

Ritgerðin kann lesast her

Grein um ph.d.-verkætlanina hjá Turið kann lesast her: Hun sætter journalistik om abort under lup

Les meira um Turið Nolsøe her