Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Harðligur móti makanum

Løgreglan tók annan partin við sær á løgreglustøðina, meðan hin parturin varð sendur til kanningar hjá lækna

Løgreglan arbeiðir við einum harðskapsmáli, sum hendi seint í gjárkvøldið í Havn.

– Vit fingu eina fráboðan um eitt harðskapsmál í einum sethúsum, har annar parturin hevði sjónlig merki frá harðskapi, tí tóku vit annan partin inn á løgreglustøðina, har viðkomandi er enn, meðan hin parturin varð sendur til lækna til nærri kanninga, men eisini fyri at fáa dokumentasjón fyri harðskapstilburðin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Vaktleiðarin sigur, at rúsdrekka var uppií, og at løgreglan viðgerð hetta málið sum eitt harðskapsmál í parlagi.

– Vit fara at avhoyra viðkomandi, sum vit tóku við okkum. Viðkomandi hevur sovið í brummuni, men verður so avhoyrdur í dag, sigur vaktleiðarin.

Lítið ferðsluóhapp í Havn
Av øðrum tingum í løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið kann nevnast, at eitt lítið ferðsluóhapp var í Havn í gjár seinnapartin.

Hetta hendi á einum parkeringsplássi, har tveir bilar hava fingið skøvur á síðuna, men bilførararnir báðir vóru ikki heilt samdir um, hvussu hetta var hent, og hvør átti skyldina.

– Bilførararnir góvu hvørjum øðrum skyldina, men líkt er til, at hetta hevur verið eitt tilvildarligt óhapp, greiðir vaktleiðarin frá.