Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur tvær spennandi Firmakappingar á FM1 í dag

Fyrra kappingin í dag var millum Brandstøðina í Havn og Krosstein, og seinna kappingin var millum Glasir og Tjóðsavnið. Talan gjørdist um tvær spennandi kappingar, har serliga tann seinna var spennandi. Talan var um seinastu kappingarnar í fyrsta umfarinum. 4. januar verður beinleiðis lutakast til annað umfarið, ið verður avgreitt 18. januar, 25. januar, 1. februar og 8. februar.

Úrslitini higartil í fyrsta umfarinum:

Posta-PM 13-12 (aftaná eyka-talspurning)

Sjónám-TAKS 11-9

Bygma Balslev-Smyril Line Cargo 6-15

Hotel Brandan/Hafnia-KBI 12-9

Betri Klax-PM Pluss 12-11

Tunnil.fo-MEST 15-13

KJ-NEMA 11-15

Kaj Andreasen-Runavíkar Kommuna 7-8

Suðuroyar Sparikassi í Tórshavn-RV Tøkni 13-12 (aftaná eykatalsspurning)

Búsetur-TTS 9-8

J & K Petersen-Gjaldstovan 10-9 (aftaná eykatalsspurning)

Faroe Express-LÍV 10-12

Spekt-Kemilux 12-9

Betri á Kongabrúnni-Vinnuhúsið 13-15