Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan ávarar um falskar lýsingar við Anders Lund Madsen

Talan er um falskar lýsingar, falskar heimasíður og íløgusvik, sigur Føroya Politi

Á Facebook og Instagram eru falskar lýsingar í umferð við Anders Lund Madsen, sum lýsa við skjótum vinningi, um ávís íløga verður gjørd.

– Men talan er um falskar lýsingar, falskar heimasíður og íløgusvik, skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga.

Fyri góðum hálvum ári síðani vóru líknandi falskar lýsingar við kendum fólki í umferð, sum høvdu til endamáls at snýta pening frá fólki.

– Hetta eru svikarar, sum av órøttum nýta kend fólk til falskar lýsingar fyri at fáa fólk at vitja falskar heimasíður og snýta seg til teirra pening, sigur løgreglan.