Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eru skuldsettir fyri harðskap

Í hesari vikuni hava verið tvey harðskapsmál í parlagi, og nú er tveir mans skuldsettir fyri harðskap. Her er seinasta døgnið í løgreglufrágreiðingini

Í tveimum umførum hesa vikuna eru tveir harðskapstilburðir í parlagi fráboðaðir løgregluni, har rúsdrekka var uppií báðum málunum.

Løgreglan hevur nú avhoyrt báðar menninar, sum vóru harðligur móti sínum makum, og eru nú skuldsettir fyri harðskap.

Tað veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

Helt ikki víkiskylduna
Seint seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at tveir bilar høvdu rent saman á landsvegnum omanfyri fótbóltsvøllin í Norðragøtu.

Eitt fólk var í hvørjum bili, og tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Bilarnir fingu nakað av materiellum skaða.

Fyribils niðurstøðan hjá løgregluni er, at annar bilførarin helt ikki sína víkiskyldu, og koyrdi út á landsvegin, har hann rendi á ein bil, sum koyrdi á landsvegnum.

Vegurin var stongdur í gott og væl ein tíma í samband við ferðsluóhappið.

Fólk siga frá
Vaktleiðarin gevur annars í morgun fólkum rós fyri, at tey siga frá, tá fólk av óvart eru komin til at gera eina “SMS-buklu” á ein annan bil, sum vaktleiðarin orðar seg í morgun.

Í tveimum førum í gjár hava fólk ringt til løgregluna, tí tey hava borið við ein annan bil á parkeringplássi – í báðum førum í Havn – har tey ynskja at boða eigaranum av bilinum, sum hevur fingið buklu, frá, hvat er hent. Men av tí at veðrið var eitt sindur keðiligt í gjár, so vóru tey bangin fyri, at um tey koyrdu ein seðil undir viskaran, so fór regnið og vindurin avstað við seðlinum, og valdu tí heldur at boða løgregluni frá, so løgreglan kundi seta seg í samband við eigaran av bilinum.