Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsfundurin útsettur

Triðja viðgerð av fíggjarlógini fyri 2024 skuldi byrja í morgun klokkan 10, men tingfundurin er útsettur vegna nógv broytingaruppskot

Triðja viðgerð um fíggjalógaruppskotið fyri 2024 hjá landsstýrinum verður í løgtinginum í dag.

Løgtingsfundurin skuldi eftir ætlan byrja klokkan 10 í morgun, men tingfundurin er fyribils útsettur til klokkan 11.30, tí tað eru so nógv broytingaruppskot á skránni.

Uppskotið um fíggjarlóg fyri komandi ár var annars samtykt við aðru viðgerð hósnáttina. Tá atkvøddu 16 fyri og 14 ímóti. Henrik Old í Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt.