Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Allarfyrsti fótbóltsdysturin

160 ár síðani, at fyrsti fótbóltsdystur varð leiktur.

Tann 19. desember 1963 endaði fyrsti dysturin, sum varð leiktur sambært nýggju Fótbóltslógini hjá enska fótbóltssambandinum, við javnleiki.

Frammanundan høvdu flestu feløgini antin spælt sambært Cambridge-lógunum, sum loyvdi leikarunum at brúka hendurnar, men ikki at renna við bóltinum ella sambært Sheffield-lógunum, sum loyvdi leikarunum at føra ella sláa bóltin við hondunum, men ikki at bera hann. Feløgini kundu kortini frítt samtykkja egna lóg.

Undir leiðslu av Ebenezer Cobb Morley varð enska fótbóltssambandið (The Football Association) stovnað 26. oktober 1963 á Freemasons Tavern (nú Arms) og á 6 fundum, sum toygdu seg inn í desember, eydnaðist at fáa eitt felagsstev viðvíkjandi Fótbóltslógini. Stuðlarnir hjá Rugby-spælinum vóru ímóti at banna brúki av hondum og stemplingum. Tað gjørdist trætumálið fyri teir, sum ynsktu at síggja eitt spæl, har bólturin verður sparkaður.

Semja fekst í lag tann 8. desember 1863, tá hendur og stemplingar vórðu bannaði. Morley fyriskipaði nýggju Fótbóltslógini og enska fótbóltssambandið samtykti hana. Tað var ein avgerð, sum gav fótbóltsspælinum tvey sett av spælireglum: Association Football og Rugby ella soccer og rugger. Enska fótbóltssambandið er framvegis tað einasta í heiminum, sum ikki hevur tjóðskapin knýttan at navninum.

Í sama viðbragdi skipaðu teir fyri einum dysti, sum skuldi spælast í januar, men skjótt gjørdist tað teimum greitt, at teir kundu ikki bíða og framskundaðu dystardagin fram til 19. desember 1863. Barnes FC, sum hevði Morley í liðuppstillingini hýsti Richmond FC á Limes Field, har dysturin endaði 0-0.

Hóast dysturin ikki førdi til, at Fótbóltslógin beinanvegin fór sum skógareldur kring heimin, so endaði tað við, at hon gjørdist almenna lógin fyri fótbóltsspælið og seinni broytt til okkara núverandi Fótbóltslóg.