Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Raðfesta sálarliga hjálp

Sálarlig viðgerð til ukrainsk flóttafólk er millum raðfestingarnar á fíggjarlógini fyri 2024, sum var samtykt seinnapartin í gjár

Tá Føroyar gjørdu av at taka ímóti ukrainum, sum flýddu undan krígnum, varð gjørt av, at hesir persónar skulu hava somu atgongd til heilsutænastur, íroknað sálarfrøðiliga viðgerð, sum aðrir borgarar í landinum.

Kortini hevur tað víst seg, at ymiskar avbjóðingar ikki verða loftaðar í nóg væl í verandi skipan.

Útlendingastovan hevur mælt til eina royndarverkætlan, sum inniber, at ukrainar í Føroyum, sum eru flýddir undan krígnum, fáa eitt fyribyrgjandi psykososialt tilboð og sálarfrøðiliga viðgerð í samstarvi við felagsskapin Beran, sum hevur drúgvar royndir við at stuðla og viðgera fólk í sorg. Við nýggju fíggjarlógini eru 825.000 kr. settar av til hesa royndarverkætlan.

– Eg fegnist um, at vit við raðfestingunum á fíggjarlógini kunnu seta í verk átøk, sum betra um sálarligu heilsuna hjá fólki í Føroyum, sum eru flýdd undan krígnum í Ukraina, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Kelda: Løgmálaráðið