Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur ein innbrotsroynd í handil í Klaksvík

Hetta er onnur innbrotsroyndin í Klaksvík innan nakrar dagar, har roynt verður at bróta inn í handil. Her er løgreglufrágreiðingin hjá Føroya Politi fyri seinasta døgnið

Fyrradagin visti Føroya Politi at siga, at onkur hevði roynt at brotið inn í Café Fríðu, men tó uttan at tað eydnaðist. Føroya Politi sigur í morgun, at aftur í nátt hevur onkur roynt at brotið inn í handil í Klaksvík.

– Onkur hevur roynt at brotið úthurðina, men tað er miseydnast, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Løgreglan veit upp á núverandi tíðspunkt ikki, um talan er um sama ella somu fólk, sum hava verið við í hesari innbrotsroyndini, og tað er heldur ikki nógv at frætta, hvørt tað eru spor at ganga eftir, men at málið verður kannað. Í løtuni er eingin undir illgruna.

Annars hevur døgnið verið friðarligt hjá løgregluni. Ferðslan var kannað norðanfyri í gjár, og har er ein bilførari skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, ein bilførari hevur fingið bót fyri at brúka hondhildna telefon undir koyring og so varð ein bilførari tikin fyri at koyra uttan koyrikort

Vánaliga veðrið seinasta døgnið hevur havt við sær, at millum annað sleit eitt seksmannafar í bátahylinum í Kaldbak, men tað spældi væl av, tí hóast báturin fór rekandi móti Kaldbaksbotni, so fekst fatur á bátinum aftur, sum bleiv tryggjaður.

Grót leyp á Tjørnuvíkarvegin í gjár, so har mátti maskina rudda vegin fyri gróti.

Í nátt hevur løgreglan eisini fingið tvær fráboðanir úr Havn, har fólk ikki fingu sovið vegna larm. Í fyrra førinum var talan um hund, ið goyði nakað illa, at eigarin fekk boð um at fáa hetta í rættlag, og í seinna førinum spældi onkur harðan tónleik, sum órógvaði náttarfriðin, so har fór løgreglan á vitjan, og so var friður av tí.