Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bónus kappingin: SÍ koppaði Mjølnir í Klaksvík

Favorittarnir til FM og í Bónus kappingini fyri menn, Mjølnir, máttu í dag greitt lúta fyri einum sera vælleikandi SÍ liðið, sum vann 3-1 á útivølli í Badmintonhøllini í Klaksvík

Mjølnir-SÍ 1-3 (15-25, 25-27, 25-15, 18-25)

Í Føroya Tele deildini fyri menn er Mjølnir greitt oddalið, ímeðan SÍ stillisliga hevur hálað seg uppá eitt annað pláss í kapping við Fleyr og ÍF. Undan kappingini í ár var ikki roknað við, at SÍ fór at gera seg galdandi. Nýggjur leikandi venjari, Christian Campos úr Brasilia, kom ístaðin fyri legenduna Raijko Petrovic og ivi var um fleiri leikarar.

Í kvøld var talvan vaskað rein og Bónus kappingin fyri menn var á skrá.

Christiano Campos vísti í dag, at hann stillisliga hevur skipað fyri, at SÍ hevur fótað sær, fingið skipan á spælið og víst vegin, soleiðis at leikararnir leika við øktum sjálválitið.

Campos sjálvur gekk á odda í álopið og við einum sera hørðum servutrýsti, har hann staðfesti seg sum besta servaran í føroysku kappingini. Ungi hevarin, Elias Ellingsgaard Petersen kom sera væl frá uppgávuni, og megnaði serliga væl saman við Tóka í Haraldstovu at hótta Mjølnir á miðjuni. Nokk hin besti føroyski kanturin í kappingin, Hjørtur Joensen, megnaði ferð eftir ferð at vinna á høga Mjølnir blokkinum. Samstundis var verjuspælið, við Silas Poulsen á odda, sera gott.

Hetta var so fyrsta ferðin í mong ár, at Mjølnir mátti luta fyri SÍ og spennandi verður nú at síggja, hvussu næstu dystirnir ganga í Bónus kappingini fyri menn – hvørji lið hittast í hálvfinalunum, sum verða í Klaksvík 10. februar.

Næstu dystirnir í Bónus kappingini fyri menn verða leygardagin 13. januar kl. 15, har Mjølnir tekur ímóti Fleyr í Klaksvík, ímeðan Ternan tekur ímóti ÍF á Toftum.

Les eisini...  Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale vilja framhaldandi tosa danskt í Fólkatinginum