Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Leki í Eysturoyartunlinum

Tunnilsfelagið og serkøn fólk hjá Articon hava hugt upp á lekan og meta ikki, at nakar vandi er á ferð

Í løtuni rennur vatn úr loftinum í Eysturoyartunnilinum niður á koyribreytina. Bilførarar gjørdu vart við hettar sunnukvøldið, stutt fyri miðnátt.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at lekin er 610 metrar inni í tunnilinum frá munninum á Hvítanesi.

– Tunnilsfelagið og serkøn fólk hjá Articon hava hugt upp á lekan og meta ikki, at nakar vandi er av hesum, men tó kunnu fólk hvøkka við, og tí gera vit vart við hattar. Ivaleyst er tað vatn, ið hevur staðið í helluni, og sum nú er fari at renna, tí hol er komið í sproytibetongið, sum tunnilsveggurin er klæddur við.

– Lekin verður umvældur sum skjótast – møguliga mánakvøldið, sigur vaktleiðarin.