Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyringin byrjar aftur hjá Bygdaleiðum

Strandferðslan byrjar at koyra aftur á hesum leiðum

Í morgun avlýsti Strandferðslan alla koyring við Bygdaleiðum – undantikið á leiðunum 700 og 701, men nú boðar Strandferðslan frá, at koyringin verður tikin upp aftur á summum leiðum á middagsleiti.

Koyringin byrjar aftur á leiðunum 200, 202, 400, 401, 410, 440, 442, 444, 450, 481, 500 og 506 og koyrt verður soleiðis:

Leið 200 Koyrt verður av Eiði kl. 12:15, hósdag 18. januar. Tó er ongin koyring gjøgnum Norðskála og Svínáir.

Leið 202 Koyrt verður úr Tjørnuvík kl. 13:50, hósdag 18. januar.  

Leið 400 Úr Klaksvík kl. 11:50 og úr Havnini kl. 12:10, hósdag 18. januar

Leið 401 Koyringin byrjar aftur og koyrt verður smbr. ferðaætlan, hósdag 18. januar.

Leið 410 Koyrt verður kl. 11:30 úr Fuglafirði, hósdag 18. januar.

Leið 440 Koyrt verður av Strondum kl. 12:10 og úr Runavík kl. 11:45, hósdag 18. januar.

Leið 442 Koyrt verður smbr. ferðaætlan.

Leið 444 Koyrt verður smbr. ferðaætlan. Leið 481 Koyrt verður úr Skálafirði kl. 14:00, hósdag 18. januar.

Leið 450 Koyrt verður kl. 11:20 úr Havnini, hósdag 18. januar.

Leið 500 Leið 500 koyrir kl. 11:30 úr Klaksvík, hósdag 18. januar.

Leið 506 Koyringin byrjar aftur, koyrt verður smbr. ferðaætlan, hósdag 18. januar.