Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mestsum allar leiðir hjá Bygdaleiðum koyra nú aftur

Roknast kann tó við seinkingum

Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi á Oyggjarvegnum og Saksunarvegnum í løtuni.
Á Vestmannavegnum er koyrandi aftur, men at tað eru vánalig koyrilíkindir har. Tað er nógv jarðrok í ælunum, og Landsverk boðar eisini frá jarðroki í ælunum á Oyndarfjarðarvegnum og Gjáarvegnum.

Landsverk sigur, at tað er hált og jarðrok um alt landið, og mælir fólki til at koyra varliga.

Í morgun avlýsti Strandferðslan alla koyring við Bygdaleiðum – undantikið á leiðunum 700 og 701, men nú boðar Strandferðslan frá, at mestsum øll koyringin er byrjað aftur, men at seinkingar kunnu væntast.

– Vegna ring koyrilíkindi kann roknast við seinkingum á Bygdaleiðum í dag, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.

Nærri kunning um Bygdaleiðir og aðrar farleiðir sæst inni á heimasíðuni hjá Strandferðsluni her.

Eisini Bussleiðin í Tórshavnar kommunu hevur verið ávirkað av veðrinum í morgun, og tað seinasta er, at vegna vána koyrilíkindi og jarðrok, so er leið 5 (Kaldbak-Kirkjubøur) fyribils givin at koyra.