Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Øll óneyðug koyring verður frámæld á Landsvegnum

Landsverk boðar frá, at Vestamannavegurin er stongdur í løtuni

Landsverk boðar frá, at øll óneyðug koyring verður frámæld á Landsvegnum í løtuni.

Tað er hált um alt landið, og tað er og hevur verið nógv jarðrok í ælunum.

Vestmannavegurin er stongdur, meðan vegurin um Sandavágsháls er opin aftur.

Eisini boðar Landsverk frá, at vegurin i Kollfjarðardali vestureftir, eru opnir aftur fyri ferðslu

Tó er ikki koyrandi til Gjáar og Saksurnar í løtuni, meðan vegurin til Kirkjubøar er stongdur í løtuni.

Strandferðslan boðar frá, at vegna ring koyrilíkindi er fyribils ongin koyring á Bygdaleiðum undantikið á leiðunum 700 (Sumba – Vágur – Tvøroyri) og 701 (Fámjin – Tvøroyri – Sandvík)

Leið 5 (Kaldbak-Kirkjubøur) og 6 (Kollafjørður) hjá Bussleiðini í Havn eru fyribils givin at koyra vegna ring koyrilíkindi og jarðrok.

Á Høgareyni