Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bar við annan bil

Løgreglan vil, at bilførararnir tosa saman, so tryggingin kann avgreiðast

Sunnunáttina hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Vágsbotni.

Ein bilur var á veg omaneftir Tórsgøtu, og bar við ein annan bil, ið kom av Skálatrøð.

Hetta var um eitt-tíðina sunnunáttina.

– Bilførarin hevur nokk ikki varnast, at hann bar við ein annan bil, tí hann koyrdi víðari. Men tað hevði verið gott, um bilførarin, sum koyrdi á Tórsgøtu og snaraði inn á vegin í Vágsbotni og koyrdi víðari til Skálatrøð, gjørdi vart við seg, so málið kann avgreiðast við tryggingina, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í morgun.

Talan var um ein bláan bil, sum bar við hin bilin, men sum ikki fekk nakran stóran skaða.

Tíðliga leygarmorgunin varð ein bilur steðgaður í Suðuroy, og tað vísti seg, at bilførarin koyrdi við kenning, og tað er hann so nú skuldsettur fyri.