Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggjar bøtur skrivaðar í Klaksvík

Í gjár var løgreglan aftur og kannaði ferðsluna við skúlar og barnagarðar

Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt fleiri átøk at kanna ferðsluna við dagstovnar og skúlar, og í gjár var heldur einki undantak.

Hesa ferð var løgreglan og kannaði ferðsluna við skúlar í Klaksvík og við Eysturskúlan í Havn, umframt tveir dagstovnar – Lítlaskóg í Havn og dagstovnin í Sørvági.

Bert tríggjar bøtur vórðu skrivaðar, og tær vórðu skrivaðar í Klaksvík, har ein bilførari fekk bót fyri ikki at sita í trygdarbelti, ein fekk bót fyri ikki at hava bundið barnið hjá sær í trygdarbeltið, og í triðja førinum fekk ein bilførari bót fyri at hava parkerað bilin hjá sær á steðgiplássinum hjá bussinum.

Vaktleiðarin frøist, at so fáar bøtur verða skrivaðar, tá løgreglan ger ferðsluátøk við dagstovnar og skúlar.

– Men hetta kemst allarhelst av, at løgreglan ofta er úti og kannar umstøðurnar, og tað fara vit at halda fram við, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.