Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rendi á og koyrdi avstað – hevur nú givið seg til kennar

Í samband við eitt lítið ferðsluóhapp í gjár, so vildi løgreglan fáa fatur í einum bilførara. Bilførarin hevur givið seg til kennar, og talan var um eina misskiljing

Í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp á Niels Finsens gøtu í Havn, tá ein bilur rendi á ein annan bil, men steðgaði ikki fyri árenda bilinum, sum hevði koyrt til síðis, so at tryggingarspurningurin kundi koma upp á pláss.

Tí heitti løgreglan í morgun á hendan bilføraran um at geva seg til kennar, og tað hevur hann nú gjørt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tá alt kom til stykkis, so var talan um eina misskijing millum bilførararnar báðar, tí báðir hildu, at hin hevði koyrt avstað, men løgreglan veit, hvørjir bilførararnir eru, so nú kann málið avgreiðast.