Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Berg Motors umboðar nú eisini Peugeot, 𝐂𝐢𝐭𝐫𝐨𝐞̈𝐧, 𝐎𝐩𝐞𝐥 𝐨𝐠 𝐅𝐢𝐚𝐭

Tann 1. februar tvífaldar Berg Motors úrvalið av bilmerkjum við kendu merkjunum Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional

Bilparkin hjá Berg Motors verður víðkað frá næsta mánað av, tí frá 1. februar tvífaldar Berg Motors úrvalið av bilmerkjum við kendu dygdarmerkjunum Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional

Frammanundan umboðar Berg Motors merkini Suzuki, Subaru, JAC, BYD vørubilar, Aiways og Scania.

Sostatt fara heili tíggju bilmerkir at verða savnað á einum og sama stað.

Eftirspurningurin eftir elbilum er vaksin nógv, og tí eru vit sera fegin um at umboða framskygdar og sterkar bilframleiðarar, ið eisini bjóða bilar, ið verða riknir við varandi orku.

Samstundis sum Berg Motors víðkar munandi um úrvalið av persónbilum, kunnu vit eisini bjóða eitt sera breitt úrval av vørubilum.

Vit fegnast tískil um at kunna bjóða landsins helst breiðasta úrval av bilmerkjum og modellum. Frá tí allar minsta elektriska býarbilinum til tann størsta lastbilin. Vit gleða okkum til at bjóða verandi- og nýggjum viðskiftafólkum vælkomnum á okkara bilasølu- og verkstað.

Berg Motors telist millum elstu bilasølurnar í Føroyum. Tað var í august 1960, at Jóhannes Berg í Havn seldi teir fyrstu amerikansku Rambler bilarnar frá American Motors, og setti á stovn sína egnu fyritøku.

Í dag umboðar Berg Motors merkini Suzuki, Subaru, JAC, BYD, Aiways og Scania, og frá 1. februar eisini Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional.