Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Níggju fráboðanir um vindskaða

Skaðarnir eru hendir kring landið

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur hetta vikuskiftið, og løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir um nakrar smærri vindskaðar seinasta døgnið – í alt níggju fráboðanir.

Talan er um húsaklædningar og onkur takpláta er eisini fokin.

Í Klaksvík brotnaði ein millum annað ein bilrútur, so har er nokk okkurt fokið inn í rútin.

Í Syðrugøtu skrædnaði ein húsaklædningur eitt sindur, og í Trongisvági varð eitt vindeyga blást úr einum sethúsum har.

Hesir smærri vindskaðarnir hendi í tíðarbilinum millum klokkan hálvgum níggju gjáramorgunin, og fram til tíðliga seinnapartin í gjár.