Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klopp takkar fyri seg – hvat nú?

Í Liverpool Føroyar-sendingini hesa ferð viðgerða vit tíðina undir Klopp, og hvør skal lyfta tunga arvin eftir dámliga týskaran

Fríggjadagin fyrrapartin komu tey keðiligu tíðindini, at eftir níggju ár hevur Jürgen Klopp boða frá at hann gevst sum Liverpool venjari aftaná hetta kappingarárið.

Kloppo hevur vunnið øll steypini, sum kunnu vinnast og hetta merkir, at nýggi venjarin hevur stórar skógvar at fylla.

Vit fara at tosa nógv um Klopp og hansara tíð sum Liverpool venjari, hvørja ávirkan hetta kann fáa fyri felagið framyvir, og hvat vit nú kunnu vænta restina av kappingarárinum. Vit fara eisini at tosa nógv um potensiellar avloysarir.

Hvønn venjara hopa/vønta tit kemur í summar. Skriva undir Facebook-tráðin hjá Liverpool Føroyum ella smsa á telefon 559999.

Gestir í dag vera Tróndur Arge og Jákup Ósá (Jákup via tlf).

Vertur er Trygvi Absalonsen.

Lurtið eftir Liverpool Føroyar-sendingini á FM1 hvønn týsdag kl. 16!