Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Netsvíkjarin meldað seg sjálvan

Játtar seg sekan at hava svikað fólk á netinum

Í seinastu viku byrjaðu fólk at ávara um svik á netinum, har ein maður millum annað hevði selt bátar, fiskiloyvi, ræst og turt kjøt, nátungar og lundar á netinum, men fólk ongantíð fingu vøruna, sum tey høvdu goldið fyri.

Í hesum sambandi fekk løgreglan illgruna um ein mann, ið hevði snýtt á netinum, men tá ið Føroya Politi ætlaði at fáa fatur á manninum var greitt, at maðurin var farin til Danmarkar. Tí heitti løgreglan á danska politiið um at leita eftir manninum.

Men í nátt hevur maðurin sjálvur ringt til løgregluna, har hann meldaði seg sjálvan.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi greiðir frá, at maðurin hevur játtað, at hann hevur selt á netinum – uttan at fólk hava fingið vøruna, og í tí sambandi hevur løgreglan avtalað við mannin, hvussu farast skal fram nú.

– Nú skulu vit fáa greiðu á, hvussu nógv mál talan er um, og tað kanningararbeiðið er nú ígongd, greiðir vaktleiðarin frá.

Talan er um fleiri mál, men løgreglan vil ikki upplýsa, hvussu stór upphæddin er, sum hesin føroyingurin hevur snýtt seg til.

– Summi fólk hava mist 3.000 – 4.000 krónur, og summi meira enn tað, var tað, ið vaktleiðarin kundi upplýsa í síðstu viku.