Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36-varpið fer nú í luftina á FM1

Sendingin verður framleidd av fjepparafelagnum hjá B36, Floksmonnum, og vertur er Ronnie Thomassen

– Hetta er ein sending um B36, framleidd av B36’arum.

Tað er í stuttum arbeiðsætlanin fyri B36-varpið, sum verður sent hvønn hósdag frá klokkan 16 til 17 á FM1.

Tað er fjepparafelagið hjá B36 – Floksmenn – sum stendur fyri sendingini, ið verður óheft av sjálvum felagnum.

Endamálið við varpinum er at siga søgur úr Føroya størsta fótbóltsfelagsskapi, har allur felagsskapurin verður í fokus.

– Hetta verður kanska eitt sindur øðrvísi enn fjepparavørp, sum vit kenna aðrastaðni frá, har tað sum oftast bara er besta mansliðið, ið er á skránni, sigur hann.

Fyrsta sendingin verður nú hósdagin 1. februar við einari longri samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík.

Vertur er Ronnie Thomassen.

Sendingin verður eisini tøk sum poddvarp á heimasíðuni hjá FM1.

Her greiðir verturin, Ronnie Thomassen, eitt sindur frá um nýggja poddvarpið: