Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjur roknskaparleiðari í Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen sum nýggjan roknskaparleiðara

Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen sum nýggjan roknskaparleiðara frá 1. mars 2024 at rokna.

Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.

– Eg eri sera spentur at fara undir nýggju avbjóðingina og gleði meg at gerast partur av umsitingini og harvið verða við til at arbeiða fyri borgarunum í Vestmanna, sigur Sámal Joensen við heimasíðuna.

Sámal er 46 ára gamal og vestmenningur. Hann er útbúgvin bankamaður, og hevur, umframt bankaútbúgvingina, tikið aðrar viðkomandi útbúgvingar innan bankavirksemi.

Sámal hevur drúgvar royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS.

Seinastu nógvu árini hevur hann eisini verið virkin í valnevndum og ítróttar- og áhugafelagsskapum í heimbygdini, Vestmanna.