Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

StÍF fingið nýggjan spælara

Hon fer at spæla við liðnum restina av hesum kappingarárinum

Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur fingið ein nýggjan spælara, sum fer at spæla við liðnum restina av hesum kappingarárinum.

Spælarin er Emma Skovmand, og kemur hon úr Danmark. Emma er 25 ár og spælir høgri bakkur. Hon hevur áður spælt við HF Sønderborg, Sønderjyske Ungdom, Sønderjyske og IK Skovbakken.

Heimasíðan hjá StÍF skrivar, at Emma er spent at spæla við Stíf, og at geva sítt íkast til hondbóltin og trivnaðin í StÍF.

– StÍF bjóðar Emmu at vera vælkomin í felagið, skrivar StÍF.