Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjørk Nolsøe Isaksen danskur steypavinnari

ASV og Bjørk Nolsøe Isaksen vunnu í gjár donsku steypakappingina í flogbólti fyri kvinnur. Tað eru 48 ár síðani, at ASV vann hesa kappingina seinast

ASV vann dystin 3-1. Holte vann fyrsta settið 23-25, men eftir tað stóð ASV fyri tí mesta og vann hini settini við 26-24, 25-17 og 26-24.

Seinastu nógvu árini hava tað einans verið Holte og Brøndby, sum hava vunnið donsku steypakappingina, men í ár vann ASV fyrst á Brøndby í hálvfinaluni og síðani á Holte í finaluni.

Somu lið liggja ávikavist nr. 1 og 2 í landskappingini, so spennandi verður at fylgja endananum av kappingini og endaspælinum. Bjørk er so við í kappingini um at vinna DM eisini.