Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brandalarmurin fór ígongd á Sundsverkinum

Talan var um ein tekniskan feil. Eisini var eitt ferðsluóhapp á J.C. Svabosgøtu í Havn í gjár

Í gjárkvøldið um midnáttarleitið fór eldávaringin ígongd á Sundsverkinum

Sløkkiliðið kom skjótt á staðið, men skjótt kundi staðfestast, at talan var ikki um eld, men heldur um ein tekniskan feil.

Ferðsluóhapp í Havn
Fyrrapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á J.C. Svabosgøtu í Havn – nærhendis Landssjúkrahúsið, tá ein bilur og einum bussur rendu frontalt saman.

Talan var um ein hálkuóhapp.

Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men persónbilurin fór rættiliga illa.

– Tað var hált á leiðini, og persónbilurin gleið í hálkuni yvir í hina vegbreytina, har bilurin rendi frontalt saman við ein buss, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.