Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flaggið fylgir fiskinum

Tá Russland í 2014 gav Føroyum lagaliga atgongd til russiska marknaðin, var hetta uttan iva partur av eini strategiskari ætlan um at knýta Føroyar nærri at sær politiskt. Flaggið skuldi fylgja fiskinum. ES átti at hugsað á sama hátt. Tí búskapur og politikkur hanga saman, segði Sjúrður Skaale á fólkatingið í gjár

Orðaskifti var á fólkatingi týskvøldið um føroysku handilsviðuskiftini við ES. Eitt uppskot til samtyktar um at áleggja donsku stjórnini at arbeiða fyri einari fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES var til 1. viðgerð. Tað var danski fólkaflokkurin ið bar fram uppskotið. Í hesum sambandi var Sjúrður Skaale á tingsins røðarapalli.

– Flaggið fylgir fleskinum. Hesa viðmerking fekk Jens Otto Kragh mangan, tá ið hann tosaði fyri donskum limaskapi í EF, sum nú eitur ES. Kragh argumenteraði fyri búskaparligu fyrimununum við einum limaskapi, meðan onnur funnust at honum fyri at offra virðini, sjálvræðið og samleikan. Tí sum tey søgdu: Flaggið fylgir fleskinum. Hvør skal siga: Loyaliteturin fer at liggja har, sum pengarnir eru at vinna.

– Soleiðis hugsar Russland eisini. Fíggjarliga bundinskapurin, ið er millum londini, verður brúktur politiskt. Hugsanin er, at flaggið skal fylgja fiskinum. Hetta hava vit sæð við teimum búskaparligu hóttanum, Russland hevur sett fram móti Føroyum, tá vit hava tikið stig í sambandi við Russisku innrásina í Ukraina.

Flaggið hevur kortini ikki fylgt fiskinum. Føroyar stuðla Vesturheiminum í stríðnum móti russiskum ágangi.

Men ES má hugsa sum Russland. Ikki viðvíkjandi harðskapi, morði og kríggi, men tá tað snýr seg um at síggja samanhangin millum tað búskaparliga og tað strategiska. Tískil átti ES at tikið tað politiska og virðisliga við í sínum handilspolitikki mótvegis Føroyum.

– ES-vørur streyma tollfrítt á føroyska marknaðin, samstundis sum virkaðar vørur úr Føroyum renna í tollmúrin hjá ES. Onki land í Vesturevropa hevur vánaligari atgongd til ES-marknaðin enn Føroyar. Hetta er ikki bert ein búskaparligur og strategiskur trupulleiki fyri Føroyar men eisini ein strategiskur trupulleiki fyri ES. Tí einasti partur, sum hevur strategiskan fyrimun av at Føroyar eru búskaparliga heftar at Russlandi, er Russland, segði Sjúrður Skaale undir viðgerðini.

Les eisini...  Alment tiltak: Rætt til ríkisborgararætt

Undir orðaskiftinum góvu flestøll framsøgufólkini hjá ymsu donsku flokkunum til kennar, at stórur tørvur er á betri handilsviðurskiftum millum Føroyar og ES, og søgdu tey seg vilja arbeiða fyri hesum. Tó vóru tey ymisk á máli um, hvørt eitt uppskot til samtyktar, framsett av einum einstakum andstøðuflokki, er rætta amboðið fyri at náa málinum. Víst var millum annað á, at danska stjórnin frammanundan stuðlar føroyska ynskinum um betri handilsatgongd til ES-marknaðin, og at landsstýrið longu er í samskifti við ES-kommissiónina um málið. Sjúrður Skaale víst eisini á, at hann hevur strongt á at fáa stjórnina at stuðla landsstýrisins ynskjum.

Uppskotið var eftir viðgerðina beint í nevnd og kemur sannlíkt til viðgerðar aftur komandi mánað.

Javnaðarflokkurin á fólkatingi